Avtala undirskrivað um skúlan á Fløtum

Í gjár undirskrivaðu Tórshavnar Kommuna og Samtakið Eind Í/F ráðgevarasáttmála um Skúlan á Fløtum. Tórshavnar býráð samtykti fyrst í árinum, eftir tilmæli frá mentamálanevnd og fíggjarnevnd, at staðfesta úrskurðin og innstillingina hjá dómsnevndini fyri Skúlan á Fløtum. Vinnandi uppskotið gjørdist „Eindirnar í heildini“, sum toymið við Árna Winther Arkitektar, ZETA Architects, Brim Arkitektar, SMJ og LBF hava gjørt.

Yvirornaða niðurstøðan hjá dómsnevndini var, at hugskotskappingin var væleydnað. Dómsnevndin metti, at vinnandi uppskotið er besta svarið upp á kappingina. Ein skúli við einum tilvitaðum bygningskroppi, ið skapar sín egna samleika. Góða skipanin og innrættingin av virkseminum í skúlanum gevur undirvísingarrúmunum dagsljós og sostatt eisini útsýni á grannalagið.

 

Uppskotið smæðist ikki burtur, men á ein háfloygdan og einfaldan máta leggur reini bygningskroppurin seg í lendið og torir at vera sín egin og bjóðar samstundis grannalagnum vælkomnum. Dómsnevndin metti, at uppskotið við sínum sermerkta skapi ger vart við seg, ikki bara í nærumhvørvinum, men eisini sum býarmerki fyri høvuðsstaðin og Føroyar.

- Uppskotið er væl lýst og áhugavert sum dømi um fólkaskúlan sum eitt serstakt, markant og djarvt merki í umhvørvinum, sigur dómsnevndin.

 

Bygningsskapið loyvir eini livandi og liðiligari innrætting, sum dómsnevndin sá nógvar dygdir í.

- Uppskotið er sannførandi við eini greiðari planloysn og einum longdarskurði, sum á ein tignarligan hátt sjóðar saman ymiska virksemið í skúlanum, er metingin frá dómsnevndini.