Avtala um vegaføring í Leirvík

Eftir áralanga togan aftur og fram um, hvar vegaføringin gjøgnum Leirvík frá Norðoyatunlinum skal ganga, er nú endalig semja gjørd. millum Eysturkommunu og Landsverk

Málið um vegaføringina frá Norðoyatunlinum í Leirvíkstunnilin hevur verið ein framhaldssøga at teimum longru.
Men nú er so seinasti kapittul skrivaður.
- Vit hava nú skrivað undir eina avtalu við Landsverk viðvíkjandi vegaføringini, sigur Johan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.
Avtalan gongur út upp á, at vegaføringin verður har niðri í bygdini, og at kommunan fær eitt endurgjald fyri miss av bátahylinum.
Hetta hevur verið ein longri søga. Longu í 2006 samtykti Løgtingið, at vegaføringin skuldi verða har niðri í bygdini. Stór togan hevði annars verið um, hvørt vegaføringin skuldi leiðast niðri við havnarlagið ella oman fyri bygdina. Løgtingið valdi so at skera ígjøgnum, men hóast hetta hevur gingið ógvuliga strilti at fáa endaliga semju í málinum. Men hon er so umsíður fingin.
- Hetta var tað, sum okkum stóð í boði, og vit hava nú undirskrivað avtaluna og sent hana suður til Landsverk til undirskrivingar, sigur Johan Christiansen.
Hann váttar, at tað merkist sum ein byrða er tikin av herðunum á bygdaráðnum, nú málið endiliga er avgreitt, tí nú kunnu teir umsíðir koma víðari.
- Nú avtalan er undirskrivað vænti eg, at spakin verður settur í fyrsta dagin, sigur Johan Christiansen.
Í avtaluni fær kommunan fimm milliónir í nedurgjaldi fyri bátahylin og fyri lendi og annað, sum kommunan letur.