Tíðindaskriv
Avtalan, sum er eitt úrslit av samráðingum millum oljufeløgini og Oljufyrisitingina, førir við sær, at ein brunnur skal borast á loyvisøki 006 ístaðin fyri boriskyldurnar, sum eru eftir frá loyvunum 001 og 003.
Úrslitið av boringunum í loyvi 001 og 003 í 2001 ger, at oljufeløgini meta vánirnar at finna olju á hesum økjum at verða minni enn frammanundan mett, og tí halda bæði oljufeløgini og Oljufyrisitingin, at tað tænir oljuleitingini á føroyska økinum betur at flyta loyvisskyldurnar til eitt annað øki. Hóast olja varð funnin í Marjun brunninum í loyvi 001, verður út frá tí vitan, sum fyriliggur í dag mett, at nøgdirnar í Marjun brunninum ikki eru rakstrarverdugar.
Feløgini í loyvi 006 verða við hesi avtaluni: Statoil við 27.15%, DONG við 21.91%, Anadarko við 13.00%, Enterprise Oil (Shell) við 12.47%, Amerada Hess við 11.09%, BG Group við 10.31%, Føroya Kolvetni við 4.04% og Atlantic Petroleum við 0.03%.
Oljufyrisitingin er væl nøgd við, at ein avtala er gjørd um at bora hendan sera týdningamikla leitibrunn. Brunnurin skal borast á ein stóran struktur fyri at leita eftir kolvetni í jarðløgum undir basaltinum, harumframt gevur hetta okkum týðandi upplýsingar um jarðfrøðina á økinum til frama fyri framtíðar oljuleiting.
Loyvishavararnir í loyvi 006 hava gjørt avtalu um at leiga Stena Don boripallin at bora brunnin komandi summar.
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, er sera fegin um, at avtala nú er gjørd um at bora enn ein brunn á basaltøkinum, eftir at ein líknandi avtala varð gjørd fyri loyvi 007 herfyri, og at báðir hesir brunnar verða boraðir næstu tvey árini. Landsstýrismaðurin sigur, at hesir brunnar føra til framhaldandi leitivirksemi á landgrunninum og passa væl til okkara ætlan við øðrum loyvisumfari, sum var at bjóða eitt størri øki út, at fáa nýggj oljufeløg hendan vegin og at fáa gagn av virkseminum vestan fyri Hetland.










