Íslendski uttanríkisráðharrin Össur Skarphéðinsson og landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, undirskrivaðu í gjár avtalu um fyrisitingarligt samstarv. Tað boðar Uttanríkisráðið frá.
Framyvir fara stjórnarráðini millum annað at samstarva um kunningartøkni, teldu- og fjarskiftistøkni, trygd á sendistovum og hølisviðurskifti hjá sendistovum og sendimonnum. Árligir fundir verða millum partarnar umframt regluligt samskifti um vitan innan uttanríkistænastu.
Á ráðsfundinum í gjár vóru, millum onnur mál, landingar og lodnuveiða á skránni.
Uttanríkisráðið sigur, at íslendski uttanríkisráðharrin og føroyski landsstýrismaðurin høvdu eitt konstruktivt kjak um evnini, og ítøkiligar royndir at finna víðari loysnir verða nú stungnar út í kortið.
Altjóða støðan hjá báðum londunum fylti nógv á fundinum. Støðan hjá londunum mótvegis ES, EFTA og USA varð viðgjørd. Harumframt legði íslendski uttanríkisráðharrin áherðslu á, at Ísland stuðlar føroyskum EFTA-limaskapi og fer at virka fyri hesum.
Jørgen Niclasen greiddi frá føroyska ES-álitinum og politisku viðgerðini, ið liggur fyri framman.
Millum hini málini á fundinum var trygdarpolitikkur.
Eisini umrøddu teir viðurskifti við IWC og NAMMCO og umsiting av havsúgdjórum, eins og teir tosaðu um umsitingina av laksaveiðu í NASCO.
Íslendski uttanríkisráðharrin og fylgi hansara fara úr Føroyum aftur í dag.