Mong munnu spyrja, um tann glæntrileikur, vit hava sæð seinastu dagarnar í Sambandsflokkinum, kann vers avtalað spæl. Vit hava ikki svarið men loyva okkum at spyrja. Í vikuni tveitti royndi bridgespælarin úr Sundalagnum sín besta trumf higartil í samgonguskeiðnum á borðið. Blokkuppskotið var ein ørvur í akilleshæl Javnaðarfloksins – spurningin um vælferðina, pensionistarnar, tey veiku og tey sjúku. Taktikari um ein háls, sendi Edmund í vikuni út tíðindaskriv um at tina blokkin, eitt átak, sum bert kundi skiljast sum umboðandi allan Sambandsflokkin. At formaður floksins og løgmaður eftirfylgjandi ikki vildi kennast við hetta tíðindaskriv er sera margháttligt.
Hetta mál reisir nógvar spurningar. Hvør er kjarnin í hesum? Er løgmaður, sum skal sameina sjónarmið hjá flokkunum í samgongu og byggja brýr sína uppgávu vaksin?
Hví legði løgmaður ikki hetta málið til innanhýsis kjak í samgonguni heldur enn at lata ein av taktisku boðberum Sambandsfloksins fara út til almenningin við boðskapinum! Við at fara út við málinum á henda hátt – vælvitandi, at hvørki Javnaðarflokkurin ella Fólkaflokkurin fóru at taka undir við tí – fekk Sambandsflokkurin júst tað burtur úr, sum hann ætlaði, nevniliga at skora javnaðaratkvøður til eitt komandi val.
Løgmaður veit væl, at við alment at “tvinga” javnaðarformanninum til at halda orð í mun til samgonguskjalið, so fekk hann samtíðis tað burtur úr, at sambandskir javnaðarveljarar her serstakliga pensionistar fara at leita til Sambandið næstu ferð ella í hvussu er ikki at geva atkvøðu sína til Javnaðarflokkin. At formaður Javnaðarfloksins seinasta vikuskiftið í Hvonn Live sending á Rás2 segði, at vit verða noydd at slaka í vælferðini var so ein upplagdur møguleiki hjá Sambandinum at svara aftur. ? ?Hví kom útmeldingin frá Sambandinum bara tveir dagar eftir, at Jóannes Eidessagard í Hvonn Live gjørdi vart við, at vælferðin fór at verða skerd! Eingin ivi er um, at avtalaða spæl sambandsmanna longu hevur skatt Javnaðarflokkin. Eftirtíðin fer at minnast hetta sum, at Javnaðarflokkurin skerdi vælferðina, samtíðis sum hann sýtti fyri at fáa 110 milliónir krónur meira árliga í blokki úr Danmark. Tað, ið vit ikki skilja í hesum máli er leiklutur og atburður løgmans, sum er samgonguleiðari. Hann átti at tryggjað sær, at eitt slíkt mál varð tikið til viðgerðar í samgonguni, áðrenn hetta varð brúkt í partapolitiskari propagandu. Javnaðarflokkurin hevur nóg nógvar trupulleikar at dragast við sum er, nú hevur hann so takkað verið sambandinum fingið ein trupulleika aftrat. ? ?Men Javnaðarflokkurin kann eisini takka sær sjálvum fyri, at hann fær so lítla undirtøku. Hevur hann gloymt, at tað eru túsundtals pensionistar í landinum, sum eru illa fyri - at tað finnast nógvar miðal- og háinntøkur, sum orka at bera ein eykaskatt, meðan kreppan varar. Alt tað vita Samband og Fólkaflokkur. Ella átti Javnaðarflokkurin kanska at havt tikið signalini frá boðbera Sambandsfloksins til eftirtektar? Kanska ein komandi veljarakanning kann kasta ljós yvir tað. Hóast løgmaður velur leiklutin sum diplomatur so stendur eftir spurningurin, um hann megnar leiklutin sum leiðarini, ið skal halda saman uppá eina samgongu.