Avtalað nýggjan fund við Iran

Umboð fyri USA, Russland, Kina, Bretland, Frakland og Týskland samdust í dag við umboð fyri stjórnina í Iran um at hava ein fund afturat um ta iransku kjarnorkuverkætlanina. Tað bleiv avtalað á fundi, sum partarnir hava havt í Bagdad í gjár og í dag.

Uttanríkispolitiski leiðarin hjá ES, Catherine Ashton, sigur, at fundur verður aftur tann 18. og 19. juni, og at hesaferð hittast partarnir í Moskva. Hon sigur, at báðir partar eru sinnaðir at virka fyri einari semju, og at tað sæst á samráðingunum.

ES og USA hava sett fleiri tiltøk í verk ímóti Iran og umhugsa fleiri búskaparlig og politisk tiltøk afturat fyri at noyða landið at sleppa sínum kjarnorkuætlanum. Men tað vil Iran ikki.