Avtala millum Føroyar og Grønland

Føroyar og Grønland hava undirskrivað nýggja fiskirættindaavtalu fyri næsta ár. Grønlendingar fáa minni av sild undir Føroyum, men føroysku botnfiskakvoturnar í Grønlandi verða óbroyttar.

Avtalan fevnir um somu fiskasløg sum undanfarin ár og er á nakað sama stigi sum undanfarin ár. Grønlendska sildakvotan í føroyskum sjógvi verður lækkað við 650 tonsum, so hon verður 2.350 tons, men føroysku botnfiskakvoturnar í grønlendskum sjógvi verða óbroyttar.

Føroysku svartkalvakvoturnar í Eysturgrønlandi og í Vesturgrønlandi næsta ár verða ávikavist 275 tons og 100 tons, og nøgdin av toski í Eysturgrønlandi verður 255 tons. Harumframt kunnu føroysk rækjuskip gera fiskiroyndir á norðaru leiðunum í Eysturgrønlandi, avmarkað til 100 tons.

Grønland fær 2.350 tons av norðhavssild av føroysku strandarlandakvotuni, og eitt grønlendskt línuskip kann royna eftir botnfiski í føroyskum sjógvi í upp til 60 dagar. Grønland kann fiska 2.000 tons av svartkjafti í føroyskum sjógvi, sum Grønland hevur fingið tillutað gjøgnum NEAFC. Hetta er ein hækking samanborið við i ár, tá svartkjaftakvoturnar vóru søguliga lágar.

Jákup Mikkelsen, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er væl nøgdur við avtaluna við Grønland, sum er tann fyrsta fiskirættindaavtalan, síðani hann gjørdist landsstýrismaður.

- Tað hevur eydnast okkum at gera eina avtalu, har okkara veiðimøguleikar í grønlendskum sjógvi eru óbroyttir, men har kvoturnar hjá hinum partinum eru javnaðar samsvarandi teimum broytingum, sum hava verið í møguleikunum hjá okkum at lata burturav, sigur landsstýrismaðurin.