Avtala gjørd við Spring Energy um norsku loyvini PL405 og PL405B

Tíðindaskriv

5. mars 2009


Faroe Petroleum boðar frá, at avtala er gjørd við Spring Energy um 15% av norsku loyvunum PL405 og PL405B. Felagið varðveitir 15% av loyvunum. Avtalan inniber, at Spring Energy rindar ein part av kostnaðinum hjá Faroe Petroleum í fyrsta brunninum á loyvunum.


Avtalan er partur av strategiini hjá Faroe Petroleum um at selja partar av loyvum, og á tann hátt minka um boriútreiðslurnar hjá felagnum, men samstundis varðveita ein týðandi part av loyvunum.


Faroe Petroleum fekk loyvini í APA loyvisumførunum í Noregi í 2006 og 2007. Fleiri prospektir eru á loyvunum.


Avtalan við Spring Energy er treytað av, at norsku myndugleikarnir og hinir loyvishavararnir góðtaka avtaluna, og at avgerð verður tikin um at bora ein brunn á loyvunum.


Faroe Petroleum, sum nú eigur 23 norsk loyvir, heldur fram við at leita eftir nýggjum møguleikum í Noregi, samstundis sum at minka verður um kostnaðin við avtalum, so sum tann við Spring Energy. Faroe Petroleum luttekur í løtuni í tveimum norskum boringum.


Tíðindaskriv á enskum er á heimasíðu felagsins (www.fp.fo)