Faroe Petroleum boðar í morgunfrá, at felagið hevur undirskrivað avtalu við Canadian Overseas Petroleum Limited (?COPL?), um bretska loyvið P.1161, ið liggur vestan fyri Hetland, sum m.a. fevnir um ein leitibrunn á loyvinum.
Loyvi P.1161 fevnir um teigarnar 206/5a og 10A, og liggur umleið 10 km í ein landnyðring úr Clair oljukelduni. Á teigunum eru Freya fundið og Fulla leitimiðið. Freya varð funnið í 1980, tá ein brunnur varð boraður, sum rakti við 475 føtur av oljuberandi sandi.
Kanningar vórðu tá gjørdar, men eins og við tí fyrsta Clair metingarbrunninum, eyðnaðist tað ikki at fáa oljuna upp, og tí er eisini óvissa um oljugóðskuna á Freya og Fulla. Clair oljukeldan framleiðir nú ímillum 30.000 og 50.000 tunnur av olju um dagin.
Fulla leitimiðið líkist Freya fundinum, og liggur í ein landnyðring úr Freya á 150 metra dýpi. Ætlanin er at bora ein leitibrunn í 2011.
Sambært avtaluna við COPL hevur Faroe Petroleum 50% av leitiloyvinum og er fyristøðufelag, meðan COPL keypir hini 50% við at gjalda ein lutfalsliga størri part av kostnaðinum fyri Fulla brunnin. Avtalan er treytað av myndugleikagóðkenning og uppfylling av øðrum treytum.
Felagið er fegið um at boða frá hesi týðandi boring vestan fyri Hetland, sum verður annar brunnurin, ið Faroe Petroleum stendur fyri. Hin brunnurin er Clapton brunnurin á norskum økið (Faroe Petroleum 40%), sum felagið boðaði frá í seinastu viku.
Felagið gjørdi tvey týðandi fund vestanfyri Hetland í 2009 á Glenlivet og Tornado miðunum, og hevur nógv leitiloyvi á økinum. Freya og Fulla prospektini hava verið ein partur av loyvunum hjá Faroe Petroleum í fleiri ár. Góðar vónir eru um loyvið, sum liggur tætt við oljuleiðingar og stóru Clair framleiðslueindina.









