Avtakið Uttanríkisráðið!

Edmund Joensen er sera hvassorðaður í atfinning síni av samgonguni og Rósu Samuelsen, og mælir til at nýta peningin hjá Uttanríkisráðnum til pensjónistarnar. Í veruleikanum mælir Edmund Joensen til, at samgonguskjalið verður brent og at nýggj kós verður stungin út í kortið.

Mest víðgangandi tilmælið er, at niðurleggja Uttanríkisráðið, tí har eru eingi úrslit at vísa á.

»Uttanríkisráðið hevur lítið og onki av úrslitum at vísa á, hóast játtanin er munandi hækkað, og hóast hon meiri ella minni fer til at spæla sær við«, sigur Edmund Joensen.

Víðari mælir Edmund Joensen til, at Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið verða løgd saman og at Innlendismálaráðið og Heilsumálaráðið somuleiðis verða løgd saman.

»Fastfrystingin av Ríkisveitingini skal halda uppat. Tað gevur her og nú atgongd til pengar, ið Føroyar sum ríkispartur hava rætt til«, sigur Edmund Joensen í lesarabrævinum.

Hann mælir eisini til, at allar yvirtøkur ? eisini tær sonevnt útreiðsluneutralu ? verða steðgaðar.

Somuleiðis mælir hann til, at sjúkrahúsøkið verður rationaliserað.

»Øll trý sjúkrahúsini í Føroyum skulu undir sama hatt. Síðani skulu tey rationaliserast og trimmast, og allar óneyðugar og dýrkandi dupultfunktiónir skulu skerast burtur«.

Við Rás2 segði Edmund Joensen á miðdegi, at skipanin innanfloks og á landsstýrisfundarstøði virkar seint, og tí hevur hann valt at bera síni ráð fram í fjølmiðlunum.