Avtaka nú tað fría skúlavalið í Havn

Foreldur í Havn kunnu ikki longur skrivað børnini inn á tann skúlan, tey vilja

Í fjør vórðu so nógv børn innskrivað á skúlan á Fløtum, at tey komu í neyð

Í Tórshavnar kommunu hevur tað verið frítt skúlaval í nógv ár. Tað merkir, at foreldur hava kunnað skrivað børnini inn í tann skúlan, tey vildu. Men nú er tað fría skúlavalið avtikið, tí Tórshavnar Býráð boðar frá, at nú verður kommunan býtt sundur í seks skúlaøki.

 

Orsøkin til tað er, er í fjør vórðu nógv fleiri børn skrivað inn í nýggja, stásiliga Skúlan á Fløtum, enn tað var pláss fyri. Tí eru upptøkureglurnar nú broyttar fyri ikki at renna seg í somu støðu aftur.

 

Eftir nýggju reglunum, hava skúlarnir í Tórshavnar kommunu nú hvør sítt upptøkuøki.  Hetta ber í sær, at er pláss ikki fyri øllum børnunum, sum búgva í upptøkuøkinum hjá einum skúla, er verða tey flutt í skúla í grannaøkinum.

 

Men upptøkuøkini kunnu verða broytt frá ári til ár, tí tey laga seg eftir talinum á børnum í økjunum. Men upptøkuøkini fyri teir smærri skúlarnar liggja føst og her verður hugsað um skúlan í Kollafjørði, í Kaldbak, á Velbastað og í Nólsoy. Bara tey, sum búgva í hesum økjunum, kunnu skrivast inn í skúlarnar, sum hoyra til økini:

 

Skílin á Velbastað er til børn í Kirkjubø og á Velbastað

 

Skúlin í Kaldbaker til børn í Kaldbak og í Kaldbaksbotni

 

Skúlin í Nólsoy er til børn í Nólsoy

 

Skúlin í Kollafjørði er til børn í Kollafjørði, í Signabø og á Oyrareingjum

 

Á kortinum niðanfyri fæst ein hóming av upptøkuøkjunum til teir ymsu skúlarnar í Havn, í Hoyvík og á Argjum.

 

##med2##

 

Í fjør vórðu so nógv børn innskrivað á skúlan á Fløtum, at tey komu í neyð