Avstralskur landsliðsleikari til Neistan

Men Tommy Russell Fletcher fekk í kvøld eina marrubyrjan í føroyskum hondbólti.

Tá ið Neistin í kvøld hevði vitjan av H71 í Atlantic Airways-deildini, vóru tveir nýggir leikarar at síggja í hópinum hjá Neistanum.

 

Emil Dam, sum er málverji og hevur spælt við KÍF, er komin til felagið at mynda málmanstoymið saman við Mikkjali Hansen.

 

Hin leikarin er Tommy Russell Fletcher. Hóast hann enn bara er 24 ára gamal, so hevur hann verið við til tvær HM-kappingar umboðandi avstralska landsliðið. Hann er tó hálvur svii og hevur seinast spælt við UoIF Matteuspojkarna í Svøríki.

 

- Vit meta, at hann kann geva liðinum tann stabilitetin, sum tað manglar, og kann vera við til at náa tey mál, sum Neistin hevur sett, skrivar heimasíðan hjá Neistanum.

 

Hann fekk tó ikki ynsktu byrjanina upp á ævintýrið í Føroyum, tí í sínum allar fyrsta dysti, sum var í 18-30-tapinum ímóti H71 í kvøld, fekk hann reytt kort longu tá ið fyrri hálvleikur var hálvrunnin.