Avstralsksa ferðavinnan satsar uppá Kidman

Hvat ger man, um man vil hava fleiri ferðafólk at vitja landið hjá sær? Man fær sjálvandi eina Hollywoodstjørnu at hjálpa sær! Avstralska ferðavinnan hevur stórar vónir um, at nýggi kærleiksfilmurin hjá Baz Luhrmann ?Australia? fer at gera landið meira kent millum fólk og at fleiri ferðafólk fara at vitja landið, eftir at filmurin hevur havt frumframsýning í november.

Seinastu tíðina hevur Avstralia nevniliga havt trupulleikar við at fáa ferðafólk at vitja landið. Nicole Kidman og Hugh Jackman hava høvuðsleiklutirnar í filminum.

 

- Milliónir av fólki fara ivaleyst at síggja filmin og tískil sleppa tey eisini at síggja nakrar minni kendar síðir av avstralsku náttúruni, umframt at tey eisini fáa eitt innlit í avstralsku søguna, sigur turistmálaráðharrin Martin Ferguson frá. ? ?Australia? gevur ferðavinnuni ein av størstu møguleikunum í nógv ár.

 

Tá ið fyrsti ?Crocodile Dundee?-filmurin kom út í 1986, var stjørnan Paul Hogan við í einari heimsumfatandi reklamu, sum førdi við sær, at talið av turistum vaks sera nógv.