Avstralsku vallararnir, Andi Joseph og Rob Luca, eru ein legenda í Café Natúr.
The Shrimps/Rækjurnar.
- Andi & Rob hava hetta heilt serliga talentið, at kunnu undirhalda og raka tónan kring allan heimin, skrivar Café Nátúr í tíðindaskrivi.
- Tíbetur fyri okkum hava teir báðir havt útilongsul. Andi Joseph & Rob Luca eru trygd fyri einum undirhaldandi kvøldi við altjóða viðurkendum tónleiki framførdum á høgum støði. Tað er gásarhold og singalong, tað er látur og grátur; tað er Andi Joseph & Rob Luca í Café Natúr komandi leygarkvøld, sigur Café Natúr.