Avstraliumenn verja koralrivini

Ætla at fremja størri friðingar við heimsins størsta koralriv


Avstralia


Avstralska stjórnin ætlar at styrkja um verjuna av, "Great Barrier Reef", sum er størsta koralriv í heiminum.
  Í dag er umleið 5% av rivinum stongt fyri skipaferðslu og vinnuligum fiskiskapi.
  Nú ætla avstraliumenn at økja um verjuna, soleiðis at 30% av rivinum verður friðað.
  Tað er eisini uppá tal bert at lata granskarar við serligum loyvi sleppa at kanna tey 30%, sum ætlanin er at friða.
  Granskarar meta, at Great Barrier Reef er størsta livandi "organisman" á jørðini.
  Tungur fiskireiðskapur fer illa við koralrivunum kring um høvini.