Avstraliumaður í Cafe XV

Hann er frá Avstralia, men í vikuskiftinum verður tann vælumtókti trubadururin Andy Joseph at hoyra í Cafe XV í Miðvági Hetta er ikki fyrstu ferð, at Andy Joseph vitjar í Føroyum.

Hann hevur áður vitja í eitt nú Cafe Natúr í Havn, har hann hevur verið ógvuliga væl móttikin av fjøldini.

 

Nú er hann aftur í Føroyum, og hesaferð gongur leiðin til Miðvágs.

Avstraliumaðurin vitjar fríggjakvøldið og leygarkvøldið komandi í Miðvági.

 

Til ber at lesa meira um Andy Joseph á heimasíðu hansara www.andyjoseph.com