Avstralia tekur ímóti fleiri flóttafólkum

Eftir galdandi reglum kunnu 13.750 flóttafólk sleppa til Avstralia um árið, men nú hava myndugleikarnir gjørt av at broyta reglurnar, soleiðis at í framtíðini fáa 20.000 flóttafólk innferðarloyvi árliga.

Julia Gillard, forsætisráðharri, sigur, at stjórnin hevur tikið avgerðina eftir tilmæli frá serfrøðingum. Samstundis hevur stjórnin samtykt, at umsóknir um innferðarloyvi til flóttafólk skulu avgreiðast ígjøgnum flóttafólkalegur í Nauru og Papua Ný Guinea.

Tey seinnu árini eru nógv flóttafólk komin til Avstralia í størri og minni bátum, sum als ikki eru egnaðir til slíkan flutning. Higartil í ár eru 114 bátar komnir við 7.629 flóttafólkum. Alt árið í fjør komu 69 bátar við 4.565 fólkum. Í juni sakk ein bátur við 200 flóttafólkum tætt við Jólaoynna.

Tey flestu flóttafólkini, sum koma til Avstralia við báti, eru úr Afghanistan, Sri Lanka og Iran.