Avstralia slakar ikki

Avstralsku mndugleikarnir fara ikki at gera eftir kravinum frá teimum, sum hava burturflutt avstraliumannin Douglas Wood

Sunnudagin kunngjørdi ein uppreistrarbólkur í Irak, at hann hevði burturflutt tann 63 ára gamla avstralska ríkisborgaran Douglas Wood. Á einari sjónbandsupptøku bað Douglas myndugleikarnar í Avstralia, Bretlandi og USA taka sínar hermenn úr Irak, tí burturflytararnir høvdu hótt við at taka hann av døgum, bleiv kravið ikki eftirlíkað.
Men avstralski forsætisráðharrin, John Howard, gjørdi longu sunnukvøldið greitt, at stjórnin fer ikki at gera eftir kravinum.
- Vit fara at gera alt, sum stendur í okkara makt, fyri at fáa burturflytararnar at lata Douglas Wood leysan, men vit fara ikki at víkja frá tí veruleika, at Avstralia slakar ikki fyri gíslarænar-um. Vit fara heldur ikki at lata yvirgangsmenn stýra okkara uttanríkispolitikki, segði Howard í einari út-varpsrøðu sunnukvøldið. Hann legði afturat, at herurin hevur skipað eina serliga deild, sum skal royna at fáa gíslan leysan.
Tann 63 ára gamli Douglas Wood er avstralskur ríkisborgari, men býr í Kalifornia í USA, haðani kona hansara eisini er ættað.