Avstralska løgreglan rannsakar tveir bústaðir, har tann mistonkti fyri skotblóðbaðið í New Zealandi er vaksin upp.
Avstralska antiyvirgangsløgreglan hevur framt tvær rannsóknir í sambandi við kanningina av skotblóðbaðnum í tveimum moskum í New Zealandi.
Rannsóknirnar eru framdar í gjár á tveimum bústøðum í statinum New South Wales, har 28 ára gamali Brenton Tarrant, sum er mistonktur fyri álopið, vaks upp.
Tað upplýsir avstralska anti-yvirgangsløgreglan og løgreglan í New South Wales í einum felags tíðindaskrivi.
– Fremsta málið við hesum er formliga at fáa til vega materiali, sum kann hjálpa løgregluni í New Zealandi við kanningunum, stendur í tíðindaskrivinum.
Familjan hjámistonkta samstarvar við løgregluna, verður eisini sagt.
Skotblóðbaðið varð framt fríggjadagin í newzealendska býnum Christchurch. Har vórðu 50 fólk myrd og líka nógv særd.
Mistonkti avstraliarin varð handtikin í New Zealandi beint eftir álopið. Hann kunngjørdi eitt manifest áðrenn álopið, sum hildið verður, at hann var einsamallur um.
Trý onnur fólk, sum eisini vórðu handtikin eftir álopið, eru ikki longur mistonkt í málinum.
/ritzau/Reuters