Avstralia rakt av hørðum jarðskjálvta

Sambært útlendskum heimasíðum í morgun, er Avstralia vorðið rakt av harðasta jarðskjálvtanum, sum hevur rakt landið í fimtan ár. Fyribils er tó ikki frætt um stórar oyðileggingar.

Tað upplýsa jarðfrøðingar í Avstralia.

Jarðskjálvtin, sum serliga var í Ernabella-økinum miðskeiðis í landinum, er máldur til 6,1 stig.

- Tey, sum búgva í økinum, hava merkt ógvusligar ristingar, sigur jarðfrøðingurin, David Jepsen.

Hann leggur aftrat, at fyribils eru ongar fráboðanir komnar um skaðar, men møguleiki er fyri, at fráboðanir fara at koma.

Jarðskjálvtin er hin harðasti, síðan í 1997, tá ein jarðskjálvti í Avstralia varð máldur til 6,3 stig.