Avstralia fer ikki úr Irak

Avstralia fer ikki at taka sínar hermenn úr Irak, sjálvt um Bretland og onnur lond gera tað Teir avstralsku hermenninir verða verandi í Irak, og teir verða heldur ikki færri í tali enn nú.

Tað segði avstralski forsætisráðharrin, John Howard, aftan á ein fund við amerikanska forsetan, George W. Bush, í gjárkvøldið. Bush er komin til Avstralia á fund.

Nógvir avstraliumenn vilja hava stjórnina at taka hermenninar úr Irak, nú onnur lond gera tað, men John Howard segði, at Avstralia fer at veita USA tann neyðuga stuðulin í bardaganum ímóti yvirgangi, og tí verða hermenninir verandi í Irak.