Avstralia dregur Japan í rættin

Avstralska stjórnin hevur fyrr hótt við at stevna Japan inn fyri Altjóða Dómstólin í Haag í sambandi við japonsku stórhvalaveiðina, og nú ger hon álvara av hóttanini.

Japanar siga, at teirra stórhvalaveiði hevur einans vísindalig endamál, men Avstralia vil vera við, at tað er bara undanførsla fyri at sleppa uttan um altjóða bannið ímóti vinnuligari hvalaveiði.

Nú vil avstralska stjórnin hava dómstólin at taka støðu.

Japan, Noreg og Ísland, sum veiða umleið 2.000 stórhvalir um árið, halda uppá, at fleiri hvalasløg eru so væl fyri, at tað er als ikki neyðugt at verja tey við veiðibanni.