Avstað við oksa og ísbjørn

Travel Mart

 

Grønland var landið, ið hesaferð stóð sum fyriskipari av Vestnorden Travel Mart, men enn einaferð valdu grønlendingar at hava stevnuna í Keypmannahavn. Við sær á hotellinum, har stevnan var hildin, høvdu teir ein útstappaðan oksa og eina útstappaða ísbjørn, sum annars hava sítt fasta pláss á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn. Nú ferðavinnustevnan á hesum sinni er lokin, eru teir á myndini í holt við at flyta hábærsligu dýrini burtur aftur. Oksin stendur fremst inni í bilinum, og í hinari síðuni – sum ikki sæst – liggur ísbjørnin.