Avsporaða debattin 2

Men hvussu hevur nú debattin verið í føroyskum bløðum ? hava tíðindamenn borað í manipuleraðu oljutíðindunum undan fólkatingsvalinum, nei, nei tvørturímóti ? teir hava lopið alla feðgapropaganda um og í staðin fyri hava teir tøvt og tvassað í tí, at Katrin Dahl Jacobsen varisliga samanbar Høgnalýsingina við fascistiska tíðindaflutningin í tretivunum. Hetta er avsporing í debattini so tað forslær!
Fyri at seta sær trumf á, hevur Ingi Rasmussen leitað sær akademiska assistancu.
Hann fær ein fólkalívsfrøðing at úttala seg og hesin advokerar í ramasta álvara fyri, at blaðstjórar eiga at sortera tilfar og innføra censur. Hetta er ódemokratisk og óhugnalig tankagongd, og vit mugu takka okkara Skapara fyri, at vit enn hava demokratiska danska grundlóg at kroka aftanfyri, tí í henni stendur tað týðuliga, at eingin censurur má vera, men fult skrivi- og talufrælsi. Ein kann spyrja eftir hvørjum kriterium t.d. greinatilfar skal sorterast! Hvørjar meiningar og hvørjar hendingar mugu ikki lýsast til fulnar?

Fleiri fólkaupplýsarar fonglast við debatt
Navnframi fólkaupplýsarin harra Sjúrður Skaale hevur longu fyri einum tveimum árum síðani í oddagrein í blaðnum Fregnir hóttað við, at Jóannes Eidesgaard og fleiri aðrir andstøðumenn, sum vóru nevndir við navni, skuldu koma inn í geglið at sita. Hetta stóðst sjálvandi av tí, at tað, sum hesir menn skrivaðu, ikki dámdi harra SS. Hetta er óhugnalig tjóðveldisjura og rættarvilkor næstan sum í andiligum fongsli við fólkadómstóli. Vilja tjóðveldismenn seta politiskar mótstøðumenn fastar, verður trupult hjá teimum, sol eingi vit eru í donskum ríkisfelagsskapi og undir danskari grundlóg. Men SS fírdi ikki fyri at útpeika, hvørjir skulu fongslast, tá ið hann fær valdið.
Og aftur nú í sambandi við at Jóannes Eidesgaard hevur loyvt sær at tikið undir við og stuðlað Katrin Dahl Jacobsen í hennara atfinningum móti populismuni hjá varaløgmanni, soer SS beinanvegin í bløðunum og hóttir við, at nú skal Jóannes Eidesgaard í geglið at sita. Men hvat er hetta fyri pubertilur journalistikkur? Heldur SS seg hava fingið dómsvaldið í Føroyum? Heldur hann seg kunna avgera, hvør skal fongslast?
So leingi sum vit enn hava danska grundlóg við fullum talu- og skrivifrælsi, noyðist SS at finna seg í, at andstøðufólk kunnu brúka hetta frælsið, men vit eru sjálvandi eftirhondini fullvís í, at skuldi tann dagur komi, hvat Gud forbjóði, at fullveldisfólk einaferð fingu trúttað sína tjóðveldisgrundlóg ígjøgnum, so verður lítið persónligt frælsi eftir, og tá sleppa kanska SS & hansara líkar at avgera, hvat skal skrivast, og hvør skal inn at sita. Men so leingi vit sleppa undan tí karikatursamfelagnum og tí andiliga fongslinum, har bara fælsi verður fyri tey fáu og útvaldu loysingarfólkini, fara vit at halda fram við at skriva, sum vit halda vera rætt, og sum tað hóvar okkum. Soleiðis, og so trupult og strævið er demokrati, harra Skaale. Demokrati og rationell argumentatión hevur ongantíð riggað saman við chauvinistiskum tjóðveldistankum.
Soleiðis sum fullveldisliðið hevur týggjað sær ferð eftir ferð, eru vit nógv javnaðarfólk, sum fegnast um, at vit ikki noyðast at liva undir einari grundlóg, sum er smíðað av so djúpt ódemokratiskum høvuðkambum sum loysingarmonnum. Við henni vóru vit givin heilt upp fyri skutil!
Fremsti løgfrøðingur tjóðveldismanna gav okkum á sinni dømi um, hvussu tjóðveldisjura skuldi praktiserast, tá hann segði, at tað var betri at verða órættvíst dømdur av føroyingi, enn rættvíst dømdur av donskum dómara, og hvussu vorðið hevði verið við inhabiliteti kunnu vit meta um, tá vit líta at 5 ferðir fólkaríkari Íslandi.

Fjølmiðar fjala veruleikan
Í málinum um Katrin Dahl Jacobsen og Høgna hava føroyskir fjølmiðlar enn einaferð sett met í eskapismu frá bæði substansi og veruleika. Eitt pinkulítið lot í einum koppi, har Katrin Dahl Jacobsen associeraði til fascistiskar propagandametodur, varð blást upp til eina ódn av caribiskum dimensjónum við Hitleri og Goebbels sum høvuðshvirlum, hóast teir als ikki vórðu nevndir!
Hetta var ósympatiskur fjølmiðlaleikur, har teir sonnu høvuðsleikararnir, Hoydalsfeðgarnir, heilt sluppu undan at verða drignir út á pall og latnir úr. nei, í Føroyum avdúka fjøtraðir journalistar ikki høvuðkambar, teir verja ráðaríkar populistar, dyrka sína danofobi og halda hondina yvir maktmenniskjum!
Úr turbulentum fjølmiðlaleiki er SS tó tikin og vinnur einaferð enn á sær sjálvum við fleiri oljutunnulongdum, tá ið hann í Fregnum etablerar eitt óndskapsmát fyri løgtingsrøður, har hann fellur tann dóm, at oljurøðan hjá Katrin Dahl Jacobsen er av óndastu røðum higartil á Føroya løgtingi. Tá ið man hugsar um, hvussu nógvar grovar, fúlar og skendskar røður har eru hildnar seinastu 80 árini, er tað ótrúligt, at so ungur maður sum SS skal hava átikið sær hesa truplu analysu at finna ta óndastu! Tað er stórt arbeiði. Vit vita ikki eftir hvørjum leisti, hetta malometur (óndskapsmátari) hjá Sjúrða er uppstillað, men tað má vera tjóðveldismatematikk, tí eftir flestu manna tykki, so eru tjóðveldisrøðurnar á tingi, serliga fyri 40 árum síðani, ikki júst fríar fyri óndskap; eg vildi hildið, at tær sprongdu eitthvørt malometur! Endiliga disputerar hann seg fram til ta margháttligu konklusión, at Jan Müller rennur í somu politiskum fólkatingsørindum sum Høgni Hoydal, og tí eigur Katrin Dahl Jacobsen eisini at leggja Jan Müller undir fascistiska popaganda ? hesi fjákutu ræsonnement hjá SS kunnu fáa sjálvt Erasmus Montanus at dvína sum orðklúgvara. Fyri psykisku heilsu SSar skyldu mugu vit vóna, at hann ikki trýr upp á sína vitleysu argumentatión!
Teir tríggir nationalu fólkaupplýsararnir Ingi Rasmussen, Høgni Mohr og Sjúrður Skaale hava sjálvandi sín fulla rætt til at liggja á knæ og vera meira enn vanliga forliptir í bæði Hoydalsfeðgunum, fullveldi og tjóðveldisflokkinum, og teir mugu eisini hjartans fegnir skriva um sítt forelskilsi og halda drúgvar røður, men teir kunnu bara ikki krevja, at føroyski veljarin generelt skal hava akkurát somu uppfatan ella kenslur sum teir. Teir mugu góðkenna, at meginparturin av fólkinum als ikki er forliptur! Skepsis, kritikkur og ósemja eru danskt grundlógartryggjað rættindi, sum vit onnur seta stóran prís uppá! Teir elska og friða fullveldi og feðgapolitikki ? tað ger føroyski veljarin ikki!
Hesir amatørar í journalistiska fakinum forstanda ikki, ella vilja ikki síggja munin á at vera objektivur journalistur og at vera sekteriskur trúboðari. So leingi hesir fuskarar missionera og ikki ræsonnera, fáa teir ongar rationellar, bara emotionellar viðhaldsmenn!
Javnaðarkvinnan Katrin Dahl Jacobsen skal eiga stóra tøkk fyri, at hon hevur civile courage, sum fjølmiðlajassarnir ikki hava! Hon prikaði aftur eitt hol á tær innantómu sápubløðrurnar hjá Høgna Hoydal! Tað var helst tí, at landsfundur javnaðarfloksins í farnu viku fagnaði henni bæði við lógvabresti og øðrum ovatiónum!