Avslapping hjá kvinnunum

Lerwick: Heldur ikki mánadagin var talan um nakra serliga trupla uppgávu hjá føroysku flogbóltskvinnunum.
Dysturin hesa ferð var móti Bermuda, og tað tók ikki meira enn fimm korter, áðrenn hesar vórðu ruddaðar av vegnum.
Serliga í fyrsta settinum settu føroysku kvinnurnar dagsskránna, og tó at talan ikki gjørdist um somu einvegis uppvísing eftir hetta, so komst tað einamest av, at okkara tóku sær meira av løttum.
Hóast tað soleiðis hevur verið talan um lættar uppgávur fyrstu dystirnar, so er einki at ivast í, at hesar eisini koma væl við. Ikki minst hava nýggju kreftirnar tørv á at fáa nakrar dystir og nakað av sjálvsálitið við í viðføri til truplu uppgávurnar, sum heilt víst fara at koma.