Nú fjøllini eru gingin, og alt er flett, sum flettast skal, verða saltaðu seyðaskinnini avskipaði. Soleiðis hevur felagið Sp/f Oikos, sum hevur heimstað í Bø og sum keypir seyðaskinn, verið í Sandoynni í dag og tikið ímóti.
Oikos hevur í heyst havt fleiri móttøkur kring landið, og í Sandoynni hava verið tvær móttøkur. Ein í Skálavík, sum Eynar Martin Kjærbo hevur tikið sær av - og ein á Sandi, sum Bjarki Henriksen hevur tikið sær av.
Hetta er fjórða árið, at Bjarki Henriksen, sum avskipaði í dag, hevur tikið ímóti, og hvørt ár hevur talið av skinnum verið størri enn undanfarna ár. Soleiðis er eisini í ár.
Bjarki Henriksen sigur, at samlaða talið av seyðaskinnum, sum hann hevur tikið ímóti í heyst, er 2371 ímóti 1715 í fjør. Hann fegnast um, at so mong skinn eru komin til høldar í heyst.
In.fo veit ikki talið av skinnum, sum Eynar Martin Kjærbo í Skálavík hevur tikið ímóti í heyst, men tað man liggja á nøkulunda sama støði sum hjá Bjarka Henriksen.
- Tað er gott, at seyðaskinnini koma til høldar. Teir, sum lata skinnini, kunnu velja millum fóður og pengar. Fyri hálvt sætta lambsskinn fæst ein fóðursekkur, sigur Bjarki Henriksen.