Avsettur
Hóast KÍ nú er í tungum sjógvi við trimum tapum í slag, so var tað tó ikki hetta, sum var á breddanum í lokala tosinum um vikuskiftið.
Tað var tað hinvegin, tá tað leygardagin frættist, at landsliðsleikarin, Hjalgrím Elttør, ikki var partur av hópinum hjá KÍ, sum skuldi taka ímóti NSÍ.
Nakað av roki hevði fyrr í vikuni um leiklutin hjá KÍ, og venjarin, Ove Flindt Bjerg, sigur, at Hjalgrím fyrst og fremst hevði sett seg sjálvan av liðnum.
- Tað vóru tveir spælarar hjá okkum, sum ikki yvirhildu tær reglurnar, sum eru galdandi fyri lið, undan dystinum móti B36. Tað hava teir so eisini fingið sína revsing fyri. Men tá tað so er ein spælari, sum hartil ikki sýnir ein virðiligan atburð mótvegis tí samanhaldi, sum skal vera á liðnum, so kostar tað altso. Og eg gav so Hjalgrími boð um, at hann ikki skuldi vísa seg aftur fyrr enn hósdagin, staðfestir KÍ-venjarn, Ove Flindt Bjerg.
Fáorðaður
Sjálvur vil høvuðspersónurin ikki gera nakrar serligar viðmerkingar til støðuna, sum nú er íkomin.
- Eg veit ikki rættiliga, hvat eg skal siga til hetta, so eg havi valt at halda ein lágan profil, staðfestir Hjalgrím. Tað er ein keðilig støða, sum er íkomin, og hana má eg so bara royna at loysa, heldur landsliðsspælarin.
Meira enn tað sama fæst ikki úr spælaranum, sum undan árinum varð roknaður sum vandamesta álopsvápnið á liðnum.