Avsetingar tyngja Eik

Hardman & Co og DamCo meta nú, at úrslitið hjá Eik Samtakinum áðrenn skatt verður eitt hall á knapt 68 mió kr. í 2009. Áður segði metingin eitt yvirskot á 69 mió kr. Orsøkin til broyttu metingina er fyrst og fremst, at avsetingarnar vístu seg fyrra hálvár at vera nógv størri enn væntað ? heili 203 mió kr. Harafturat vóru eisini netto rentuinntøkurnar lægri enn mett.

Í greiningini verður víst, á at tað er trupult at meta um úrslitið hjá Eik, tí danski og føroyski búskapurin merkja heimskreppuna ymiskt. Men tað er serliga avsetingar til vinnubygningar í Danmark sum tyngja roknskapin hjá Eik (51% av avsetingum fyri fyrra hálvár 2009), meðan avsetingarnar á føroyska marknaðinum hjá Eik bara tyngja við umleið 20%. Hardman & Co og DamCo meta eisini, at Eik má avseta eina týðandi upphædd seinna hálvár 2009, tó ikki so nógv sum fyri fyrra hálvár.

Samanborið við fyrra hálvár 2008 fullu netto rentuinntøkurnar hjá Eik við knapt 34 mió. kr. ella 12 prosentum.

Á jaligu síðuni vísur hálvársroknskapurin hjá Eik, at útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting minkar og kursregulering ávirka eisini roknskapin positivt.