Avsanning um álopsmann

Við hesum skal vera sagt frá, at slatursøgurnar um, at ein suðuroyingur skal hava sligið undirritaða herfyri, eru ósannar.

Eg harmist staðiliga um, at púra óskyldugt fólk, sum hvørki var á staðnum ella eigur nakran lut í hesi hending, skal hava fingið hesa søgu omanyvir seg, til ampa og bága fyri seg og síni.