Skiparin á russiska trolaranum "Elektron" avsannar, at hann rýmdi undan norsku sjóverjuni í oktober í fjør við tveimum norskum eftirlitsmonnum umborð. Norsku myndugleikarnir hava ákært skiparan fyri at hava fiskað ólógliga í Barentshavinum og fyri at tikið teir báðar eftirlitsmenninar við sær ímóti teirra vilja.
Teir báðir menninir fóru umborð á "Elektron" tann 22. oktober í fjør fyri at kanna veiði og reiðskap, men tá russiski trolarin fekk boð um at koma til Tromsø, gjørdi skiparin av at seta kós ímóti Murmansk ístaðin fyri. Norsk sjóverjuskip fylgdu trolaranum, men hóast fleiri áheitanir sýtti hann fyri at steðga. Ikki fyrr enn hann var komin í russiskan sjógv, sluppu teir báðir eftirlitsmenninar av trolaranum og umborð á eitt av teimum norsku sjóverjuskipunum.
Málið ímóti skiparanum byrjaði í rættinum í Murmansk í gjár, men har segði skiparin seg vera púra ósekan. Hann var ikki rýmdur við teimum báðum norðmonnunum, men hevði gjørt av at fara til Murmansk, tí teir høvdu ikki nóg mikið av olju til at fara til Tromsø, segði hann. Skiparin greiddi frá, at norsk flogfør høvdu tveitt brandbumbur eftir "Elektron", og at norsk krígsskip høvdu jagstrað trolaran.
Sambært norskum fjølmiðlum er skiparin á "Elektron" vorðin ein sonn hetja í Murmansk eftir tilburðin í heyst, og fiskimannafelagið í Norðurrusslandi hevur innstillað hann til heitið sum "Ársins maður".