Avsannaði skuldsetingar

Amerikanskir politikarar hava lagt bretska tingmannin George Gallooway undir at hava fingið væl burtur úr olju fyri mat-skipanini, sum STb setti í gildi ímóti Irak aftan á Flógvakríggið. Tað var ein nevnd hjá senatinum, sum kom við skuldsetingunum, men George Galloway sigur, at als einki hald er í teimum.

-Eg selji ikki olju og havi ongantíð gjørt tað, og eingin hevur nakrantíð selt olju mína vegna, segði George Galloway, tá hann fyrradagin hitti senatsnevndina.

-Satt at siga havi eg ongantíð sæð eina oljutunnu, og eg havi heldur ongantíð átt ella selt eina, segði bretski parlamentslimurin, sum fýltist á, at ein nevnd hjá amerikanska senatinum almannakunnger slíkar upplýsingar uttan at tryggja sær, at nakað hald er í teimum.