Fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter sigur nú, at norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-il, ætlar ikki at lata yngsta sonin Kim Jong-un taka við eftir seg. Tað fekk Carter at vita frá kinesiska forsætisráðharranum, Wen Jiabao, sum hann hitti fyri stuttum.
-Tað kom óvart á okkum, men sambært Wen Jiabao er tað ósatt, tá Vesturheimurin ber tíðindi um, at Kim Jong-un skal taka við eftir faðirin, skrivar Carter á sínari heimasíðu.
Fjølmiðlar í Suðurkorea og fleiri øðrum londum hava leingi gitt, at Kim Jong-un verður tann næsti leiðarin í Norðurkorea. Tíðindi um, at pápin er sjúkur, hava ikki gjørt áhugan fyri leiðaraskiftinum minni.