Avsanna at Jiang er deyður

Í gjár breyt Hongkong-sjónvarpið Asia Television sína høvuðssending av og kunngjørdi, at fyrrverandi kinesiski floksformaðurin og forsetin Jians Zemin var deyður. Síðani hevði sjónvarpið eina lýsing av Jiang og lívi hansara. Men í morgun avsanna myndugleikarnir í Kina tíðindini.

Nógvar gitingar hava verið teir seinastu dagarnar, tí Jiang Zemin var ikki hjástaddur, tá kinesiski kommunistaflokkurin hátíðarhelt sín 90 ára dag tann 1. juli. Kinesarar kjakaðust dúgliga um spurningin á internetinum, men í gjár visti franska tíðindastovan AFP at siga, at myndugleikarnir høvdu strikað alt, sum var skrivað um Jiang.

Eygleiðarar hava roknað við, at Jiang Zemin fer at hava avgerandi ávirkan á, hvør verður valdur í floksleiðsluna, tá næsta floksráðstevnan verður næsta heyst.