OY-RCD flogfarið, sum kom í flotan hjá Atlantic Airways í 2007, er nú pilkað sundir í bitar. Hann stendur í hesum døgum næsaleysur og nærum halaleysur í einum hangari hjá kanadiska felagnum North Cariboo í Calgary í Kanada, sum keypti hann frá Atlantsflog í 2013.
Magni Arge, fyrrverandi stjóri á Atlantsflog, er á vitjan har í hesum døgum og skrivar, at flogfarið fer ikki á flog aftur, men verður tikið sundur. Kroppurin skal nýtast til kabinuvenjingar og restin til eykalutir.










