Avriksløn einki verd uttan málstýring

Avrikslønin er bara eitt krydd í royndini hjá einum stovni at røkka nøkrum málum. Tað sigur Kristian Davidsen, strandferðslustjóri, sum heldur kjakið um avrikslønina vanta ein avgerandi tátt. Tað mest umráðandi er, at til ber at seta sær nøkur ítøkilig mál, sum kunnu mátast og starvsfólkini kunnu ávirka. Annars kann avrikslønin gerast ein fiasko

Avriksløn er onki verd í sær sjálvari.
Tað sigur Kristian Davidsen, stjóri á Strandfaraskipum Landsins, sum í síni tíð í risafyritøkuni Ericsson sjálvur hevur roynt at seta avriksløn í verk á eini deild við verkfrøðingum.
? Mær dámar væl tankan, og eg havi góðar royndir sjálvur, sigur hann. Men hann saknar ein avgerandi tátt í tí kjakinum, sum hevur stungið seg upp, síðan Búskapar- og løgfrøðingafelagið setti hol á avrikslønina.

Greið mál
Um ein skipan við avriksløn verður sett í verk, er avgerandi, at ein greið málstýring av stovninum ella fyritøkuni liggur undir. Tí endamálið er at røkka einum betri úrsliti. Annars gevur avriksløn onga meining.
? Skal ein skipan við avriksløn setast í verk innan fyri tað almenna í Føroyum, so er málstýringin millum politiska myndugleikan og leiðsluna á einum stovni avgerandi. Tað kann eisini nevnast kontraktstýring. Setast skal púra greitt upp, hvørji virði, stovnurin hevur, og hvørji mál hann skal røkka fyri at tæna sínum viðskiftafólkum betur, sigur Kristian Davidsen.
Sostatt er avriksløn ikki ein skipan, sum kann setast í verk fyri seg. Tað at stevna ímóti einum máli er sjálvt grundarlagið, og avrikslønin er bert eitt krydd í royndini at røkka málunum. Málstýringin kann saktans klára seg uttan avriksløn. Men ikki øvugt.
? Rætta raðfylgjan er at byrja við málunum. Tað kann geva trupulleikar, tí tú mást hava fleiri mál, heilt frá eigaranum, sum er politiski myndugleikin, gjøgnum leiðsluna og til starvsfólkini. Hvør einstakur skal hava greið mál at arbeiða eftir, leiðslan og starvsfólkini skulu seta málini í felag, og tey skulu lata seg máta, um eyka løn skal gevast afturfyri. Annars gevur tað onga meining at tosa um avriksløn, sigur Kristian Davidsen.

Trupult at máta
Tað gevur heldur onga meining at kroysta eina avriksløn niður yvir fólk. Tað skal gerast spakuliga og sáttliga, so fólk venja seg við at hugsa øðrvísi, heldur strandferðslustjórin. Í hesum sambandi hevur tað stóran týdning, at málini kunnu mátast objektivt.
? Um tú ikki kanst máta trúverdugt, um málini eru nádd, so kann tað skapa stóra ónøgd og øvund millum starvsfólkini, og so er tað ein fiasko. So er tað betri ógjørt, sigur Kristian Davidsen.
Netupp hetta við at máta, hevur verið ein atfinning ímóti avrikslønini. Hvussu skalt tú máta, um ein sjúkrasystir, ein pedagogur ella ein lærari hevur avrikað nakað serligt? Miðalpróvtalið ella ársmetið sigur t.d. ikki alt. Kristian Davidsen sigur seg snøgt sagt ikki vita, um tað ber til at máta slíkt, og tí er ikki vist, at tað ber til at seta eina skipan við avriksløn í verk allastaðni.
? Ein máti er, at tú kannar nøgdsemi við tað, sum ein stovnur ger. Eru foreldrini og næmingarnir nøgd við tað, sum tey fáa í skúlanum? Kundanøgdsemiskanningar eru vanligar í privatum fyritøkum, og tað kann kobblast upp á tær avtalur, sum verða gjørdar við starvsfólkini. Men um tað ber til í eitt nú undirvísingarverkinum, veit eg ikki, sigur Kristian Davidsen.

Øktur lønarkarmur
Ivi hevur stungið seg upp um, hvørt samlaði lønarkarmurin, ella útreiðslurnar, hjá einum stovni skulu hækka, tá ið ein skipan við avriksløn verður sett í verk.
? Persónliga havi eg trupult við at síggja, at tað skal bera til at fara til avriksløn, uttan at samlaða lønarjáttanin økist. Hinvegin má samlaða úrslitið gerast betri. Um vit tóku Strandferðsluna, og tað einasta politikararnir upplivdu var, at karmurin øktist, so hevði avrikslønin einki virði. Onkursvegna má skipanin føra til, at tað verður effektivari, og har eru fleiri mál at seta sær ? eitt nú nøgdari kundar, fleiri kundar, fleiri inntøkur og minkandi útreiðslur. Um tað ikki hendir, so hevur avrikslønin ikki tænt sínum endamáli. Og tí er málstýringin so sentral, sigur Kristian Davidsen.
Vandin við avrikslønini er, at hon verður brúkt, hóast úrslitini ikki batna.
? Talan er ikki um ein gávukekk. Peningurin skal bara útgjaldast, um nøkur mál eru nádd, heldur hann, og ikki tí onkur er so raskur ella fittur.

Leiðslan avgerandi
Tað kann ljóða, sum at starvsfólkini skulu renna skjótari fyri at tjena tað sama, um avriksløn verður sett í verk. Men í veruleikanum setir skipanin ógvuliga hørð krøv til leiðsluna, heldur stjórin á Strandferðsluni.
? Avriksløn setir strong krøv til leiðsluna. Ein leiðari skal hava størri meining um, hvat hann væntar av tí einstaka starvsfólkinum. Hann noyðist at seta sær sjálvum og fyritøkuni greið mál, og hann noyðist at syrgja fyri, at starvsfólkini fáa tann neyðuga førleikan at røkka teimum málum, sum hann setir. Tað snýr seg eisini um starvsfólkarøkt, sigur Kristian Davidsen.

Minst tvey ár
Drúgva forarbeiðið ger, at tað er óveruligt at hugsa sær, at ein skipan við avriksløn kann setast í verk eftir einum ári. Skilabest er at byrja við pilotprojektum. Skuldi ein skipan við avriksløn verið sett í verk fyri Strandferðsluna, væntar stjórin, at tað hevði tikið í minsta lagi tvey ár, áðrenn partar av fyritøkuni kundu tikið hana í nýtslu.
? Tað er ikki løtuverk at seta eina slíka skipan í verk. Eitt stórt arbeiði skal gerast við at lýsa fyritøkuna nágreiniliga og seta mál upp, sum kunnu mátast. Nógv orka skal setast av, og fólk, sum frammanundan hava ovmikið at gera, skulu seta tíð av. Tað eiga vit at gera okkum greitt, sigur Kristian Davidsen.