EB/Str 4 (1)
07Vestur 1 (0)
Uni Holm Johannesen
Tað mundi renna kalt niður eftir rygginum á teimum flestu vágafólkunum við Margáir, tá Hans Pauli Samuelsen eftir bara tveir minuttir sendi sítt lið á sigurskós í ársins fyrsta landskappingardysti. Arnbjørn Hansen kom tá at standa væl fyri í brotsteiginum, áðrenn framherjin spældi tvørtur um til Hans Paula, sum bara skuldi seta fótin á bóltin.
– Hetta er eitt tað lættasta málið, eg havi skotið, staðfestir málskjúttin.
Tað er væl eingin ivi um, at setningurin hjá 07 Vestur á útivølli oftast verður at halda tørn um javnleikin. Tann ætlandni glapp teimum av hendi umgangandi. Nú lúrdi brádliga eitt skrædl.
Munurin ikki so stórur
Andras Gango vardi á fyrsta sinni í málið hjá 07 Vestur í skrásettum dysti hesaferð. Hann heldur, at René Tórgarð var mest eyðsýndi maðurin á vøllinum fyrstu 60 minuttirnar. Í borgini hjá føroyameistarunum smæddust uppflytararnir ikki burtur.
– Hann hevði fýra framúr bjargingar hesa løtuna, umframt tey mongu hornaspørkini, vit høvdu. Vit misnýttu nakrar upplagdar møguleikar. Tá teir síðan økja um leiðsluna, tá verður mótbrekkan ov strævin hjá okkum, heldur hann.
Seinna umfarið var trettan minuttir gamalt, tá heimaliðið økti um leiðsluna. Arnbjørn Hansen var tá einsamallur við málverjan, og tá misnýtir stinni málskjúttin sjáldan. Sundalagsmenn høvdu verið meira á bóltinum fyri hetta, og teir spældu seg eisini til einstakar málkjansir.
Gango sigur, at luftin fór meira ella minni úr teimum tá.
– Vit reistu okkum eftir vanlukkuligu byrjanina. Tað ávirkar sjálvsálitið, at tað ikki eydnast at fáa útjavnandi málið, men at teir brádliga økja um leiðsluna heldur, sigur Gango, sum ikki heldur, at »tað sá so galið út« hjá teimum, sum hann málber seg.
Hans Pauli Samuelsen heldur, at teir høvdu fult tamarhald á støðuni eftir hetta.
– Tá glapp loksins hjá okkum. Teir vóru vandamiklir við sínum skjótálopum, men vit stevndu av álvara eftir sigrinum, tá Arnbjørn økti um munin, sigur hann.
Seinni skutu Arnbjørn Hansen og Gunnar Zachariasen hvør sítt mál. Úrslitið 4-0 ber boð um trivaligan sigur, men tað var ikki fyrr enn seinastu løtuna, at føroyameistararnir høvdu tamarhald á.
Luturin hjá vágamonnum hevur øll árini verið at stríðast fyri at sleppa upp í part í fremstu røð og at síðan royna at varðveita plássið í bestu deildini. Nú skal 07 Vestur vinna sær fastartøkur millum teir bestu. Útgangsstøðið er gott. Í 07 Vestur verður fyrst og fremst dúva upp á teir, sum eru uppvaksnir í felagnum. Men fyri at røkka málsetninginum er neyðugt við íkasti aðrastaðni frá. Álitismenninir verða eisini fyri tað mesta útlendingar, umframt Tór-Ingar Akselsen. Andras Gango er nýggjur millum stólparnar. Tehe Aristide er stýrismaðurin í miðverjuni, og á sentrala miðvøllinum verður Evrard Blé, sum er komin úr Víkingi. Afturat teimum er garvaði Jovan Radinovic-Panic.
Ein dyst í senn
»At taka ein dyst í senn” er við tíðini ein tann mest slitna fótbóltsklisjein. Men tað er við hesum í huga, at vágamenn fara til venjing í dag. Komandi vikuskiftið kemur TB á vitjan í Sørvági, og tá skal stigaposin fyllast.
Á triðja sinni er 07 Vestur í fremstu røð. Fyrru ferðirnar, tað var í 2009 og 2011, hevur steðgurin verið stuttur, bara eitt ár. Fótbóltsmenninir í Vágum hava seinastu árini runnið millum bestu og næstubestu deildina. Nú brynja teir seg til enn eina roynd, og aftur hesa ferð ræður um at varðveita sætið í bestu deildini.
At tapa 4-0 fyri føroyameistarunum er ikki ein ynskilig byrjan, men semja tykist vera um, at avrikið var betur enn úrslitið sigur.
Tað er so altíð nakað.










