– Vit spældu út av lagi vánaligt í móti EB/Streymi. Í verjupartinum geva vit teimum tvey sera bílig mál, har vit standa og sova, meðan teir skora uppá retur frá málverjanum. Somuleiðis mangla vit hegni, neyvleika og heppni í álopspartinum, segði Jógvan Martin Olsen eftir dystin
Samanumtikið metti Jógvan Martin at sigur hjá EB/Streymi var fult uppibornan sigur, tí teir vóru grammari og vildu meira, meðan hansara lið als ikki rakti dagin.
– Vit hava nógv at arbeiða við innan komandi dyst. Tí har skal eitt heilt annað avrik til, um vit skulu varðveita fjórða plássið, segði venjarin hjá Víkingi at enda.










