Avrikið er avgerandi

U21: Nú skal avrikið verða gott í ein heilan dyst

Føroyska U21 landsliðið fyrireikar seg í hesum døgum til landsdystin móti Russlandi, sum verður á Svangaskarði hóskvøldið.

 

Les eisini: Ein broyting á U21 landsliðnum

 

Føroyar spældu móti Russlandi á útivølli seint í fjør. Tað endaði við 2-0 sigri til heimaliðið.

 

- Tað er torført við at samanbera við fyrra dystin, tí venjarin er skiftur út síðani tá. Teir hava eisini aðrar spælarar við og spæla øðrvísi. Talan er nú um eitt eldri lið, sigur Eli Hentze, hjálparvenjari hjá U21 landsliðnum.

 

Sum In.fo hevur skrivað, so eru onkur ivamál í hópinum. Eitt nú Jóannes Bjartalíð.

 

- Vit eru komnir væl áleiðis við at seta liðið, men vit seta ikki navn á spælararnar enn, sigur Eli Hentze.

 

Hóast málið er at fáa stig, so er tað serliga avrikið í er týdningarmikið fyri menningina av spælarunum.

 

- Vit hava avrikað væl í flestu dystum, men ikki í heilar dystir. Tað hevur verið ein hálvleik her og ein hálvleik har. Nú er málið at avrikið er gott í allar 90 minuttirnar, sigur Eli Hentze.

 

Rás2 sigur beinleiðis frá U21 landsdystinum millum Føroyar og Russland, sum verður hóskvøldið klokkan 18.