Avreiðingin av silvurinum

Gordon Ejdesgaard

Kjakið um einskiljing/avreiðing av ognum okkara er kanska komið í gongd. Frálíkt at bæði skrivandi sum loftmiðlar taka hesið viðurskiftið upp.
Nú skrivið eg ikki bert fyri at rósa miðlunum, men tá eitt gott arbeiði er á veg, skulu teir hava eitt herðaklapp.
Well. Og hvat so. Jú, vit eru við at avdúka eitt sjálvbedrag/ heilaspuna sum sigur spaðar 2 til alt sum ein trúi var lygn. Biðið lesaran orsaka at eg eri nakað bersøgin. Eg skal grundgeva stutt fyri, hví eg haldi, at so er. Sum F.M. Dolstojevskij sigur í " En Grønskolling" á blaðsíðu 11: "nú til sakina, hóast hetta væl er tað truplasta yvirhøvur." (mín leysliga týðing).
Jú, hví hetta tosið um einskiljing. Einsvæl og vit tóku ein rutchutúr í 90-unum, eru vit væl á veg. Hvør er grundgevinging fyri einskiljingum? Skuldi tað veri at skipa vinnuna frægari við at selja? Men tað eru jú somu fólk, sum nú bert sita í eini aðrari juridiskari konstruktión enn verandi. Uppgávan er tann sama. At avreiða okkara tilfeingið er als eingin grundgeving bert fyri at fáa eina fíggjarlóg í balansu (pening til Bárð). Bert fyri at gjalda skuld. Hetta mál kann saktans loysast øðrvísi.
Og so til sakina: Hvat um Atlantsflog til dømis fer rabundus sum privat virki? So eru vit "på Herrens mark".Vit tosa jú um eitt monopol. Hvør skal nú gjalda? Vit skulu hóast alt flúgva. Men her verður skattgjaldarin við sviði soð. Rokningin kann bert enda á einum stað. Hjá okkum skattaborgarum- landskassanum. Hetta er logikkur fyri flestu búrhøsn. Tað er púrt óneyðugt at vera búskaparfrøðingur fyri at avdúka bluffnummarið. Sunn fornuft og bein á jørðini er saktans nokk.
Rentabilitetur eigur ikki at verða seldur
Veruliga uppgávan er at stilla krøv til leiðslurnar um búskaparligt avkast og sunnan rakstur. Og góðan starvsfólkapolitikk. Tað er jú púrt óneyðugt at einskilja. Vit hava nýtt generatiónir at byggja hesi virki. At avreiða hetta orsakað av pop-"økonomum" (mainstream hugsanin) er synd.Teir reka við rákinum. Teir kunnu avreiðast- ikki allar ognir samfelagsins.
Øll grundgeving fyri einskiljingunum minnir um lemmingarnir sum um ein háls fóru av leið. Eg vil siga villeiðing. Kanska einskiljing?
T.d. verður Føroya Banki neyvan betri av at verða seldur- Janus er Janus. Gott avrik, men vit rokna væl ikki við at tað verður stórvegis øðrvísi bert tí vit broyta eina juridiska konstruktión.
Spurningurin er einfaldur: er talan ikki bert um bókhaldarí- altso einskiljing. Men Janus og Magni verða væl hóast alt stjórar, ella skulu teir kanska hava sekkin? Tað gevur onga meining.
Mín niðurstøða er greið: potitikkarir ansið eftir ikki at selja silvur okkara bert fyri at selja. Talan er um eitt marknaðarført fuppnummar. Tykkara/ okkara børn fáa rokningina tá virkini fara.
Einki er galið við almennum partafeløgum
Enn einaferð- loysunarorð míni eru búskaparligt hovsemi og umhugsni. Vælsignaði løgtingsmenn og -kvinnur gjaldi um tit hava hug, bert ikki sendi rokninga til børn okkara.
Og skulu vit tosa um gjøgnumskygni? Hvat við einskiljing og gjøgnumskygni.
Nakað eg ikki enn havi sæð til enn. Ein partur av fuppnummarinum? Segið nakar keisarin? Vaknið for Guðsskyld. At selja okkara ognir er løtuvinningur.
Seljið um nakað so tað sum gevur hall. T.d Strandferðsuna. Ikki hønuna við gulleggunum (t.d.Tele og Atlantic)
Vir prudens non contra ventum mingit.
Ella á føroyskum: at "lata landið" móti lotinum gera klókir menn ikki.
Hall landkassans kann t.d. fíggjast við at avtaka skattafrá-dráttin - hetta bert sum eitt av mongum uppskotum.
Ella við skjótari lógarbroyting kann landskassin fáa umleið ein hálva milliard av tryggingar íløgunum, sum annars eru placeraðar í t.d. Danmark.
Hetta er jú bert spurningur um teknikk, "kreativan hugsunarhátt" -ella nýhugsan.