Avreiðingarvirðið vaks í 2010

Avreiðingartølini fyri 2010 vísa, at samlaða nøgdin var áleið tann sama sum í 2009 meðan avreiðingarvirðið royndist væl betri? virðið øktist góðar 130 milliónir ella 17%. Hóast avreiðingarvirðið í 2010 var væl betri enn fyri árið 2009, so var virðið í lægra lagið um samanborið verður við undanfarin ár. Á myndini niðanfyri sæst, at 2002 varð besta árið tá avreiðingarvirðið nærkaðist 1,4 milliardum, tað er nærum 500 millónir hægri, enn avreitt varð fyri í fjør.

Nøgd og virði 2010 í mun til 2009

Samlaða nøgdin av botnfiski minkaði nakað í 2010. Hetta komst av, at nærum ein fjóðring minni av upsa kom uppá land í 2010. Tó var tað avreidda virðið á upsanum á leið tað sama sum í 2009. Virðið á toskinum øktist um 40 % meðan nøgdin av toski vaks 30%. Hýsufiskiskapurin var nakað lakari, meðan avreidda virðið á hýsuni hækkaði 15%.

Fyri at síggja tær stórstu broytingarnar í veiðuni í 2010 í mun til 2009, so skal hyggjast eftir nøkrum av fiskasløgunum, sum í talvuni eru bólkað undir ?annar botnfiskur?. Fiskasløgini brosma, longa og blálonga hava samantalt nærum tvífalda sítt avreiðingarvirðið. Nøgdin á hesum fiskasløgum vaks í 2010 við áleið einum triðingi í mun til 2009.

Av flatfiski var nakað minni avreitt í 2010, meðan virðið vaks nakað. Serliga var væl minni av svartkalva avreiddur í fjør í mun til 2009, harafturímóti hækkaði nøgd og virðið á havtaskuni, skrivar Hagstova Føroya á sínari heimasíðu.