Avreiðingarvirðið munandi hækkað

Níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár er avreiðingarvirðið munandi hægri enn tað var í sama tíðarskeiði í fjør.
Tað sæst í feskastu uppgerðini hjá Hagstovuni og sum er sett á heimasíðu teirra.
Uppgerðin vísir, at vøksturin níggju teir fyrstu mánaðirnar í ár, aftur ímóti sama tíðarskeiði í fjør, er góðar góðar 120 milliónir, ella áleið 20%.
Tilsamans vórðu avreidd 89.280 tons í hesum tíðarskeiði í fjør, men í ár eru avreidd 86.193 tons, ella 3087 tons færri.
Men avreiðingarvirðið í ár var 696.8 milliónir krónur, aftur ímóti 575,9 milliónir í sama tíðarskeiði í fjør.
Hetta kemst av, at nógv minni av upsa er komið uppá land samanborið við í fjør. Minkingin er eini 20 %.
Men hóast nógv minni er fiskað av upsa í ár, er virðið vaksið. Av toski er nærum helvtina so nógv avreitt í ár, sum í fjør, men avreiðingarvirðið økt 70%. Hýsufiskiskapurin hevur verið nakað tann sami í ár, men avreidda virðið á hýsuni er økt meiri enn einum fjórðing.??
Eisini av øðrum botnfiski so sum brosmu, longu og blálongu er bæði nøgd og virðið nógv økt í mun til í fjør.?
Av flatfiski er nakað minni avreitt í ár og tilsamans er virðið minkað nakað. Serliga er avreidda nøgdin av svartkalva nógv minni í ár samanborið við í fjør.??
Samanumtikið kann staðfestast, at avreiðingarvirðið higartil í ár roynist væl betri fyri at kalla øll fiskasløg um samanborið verður við sama tíðarskeið 2009.
Men her skal leggjast afturat, at samanumtikið var 2009 eitt vánaligt ár, bæði tá talan var um avreiðingarnøgd og fiskaprísir.
Sí annars talvuna