Avreiðingarvirðið lækkar

Avreiðingarnøgdin og avreiðingarvirðið hevur verið støðugt lágt seinastu nógvu árini, skrivar Hagstovan.

 

Betri fiskiár vóru frá aldarskiftinum fram til 2007. Í miðal var nøgdin tilsamans góð 125 túsund tons tey árini. Síðan 2007 hevur veiðan av feskfiski, ið er farin um avreiðingarskipanina, í miðal verið um 75 túsund tons. Í fjør vórðu avreidd smá 73 túsund tons, sum er eitt vet verri  enn í 2016, tá góð 75 túsund tons vórðu avreidd, skrivar Hagstovan í dag. 

 

Avreiðingar kalla vit alt tað, sum verður skrásett um avreiðingarskipanina. Hetta verður eisini umtalað sum feskfiskaveiðan. Í avreiðingunum er allur fiskiskapur hjá føroyskum skipum og bátum á føroyskum sjóøki, føroyska veiðan í íslendskum sjóøki og fiskiskapurin á Flemish Cap. Uppsjóvarfiskur er ikki við í hesi uppgerð.

 

Avreiðingarvirðið er fallið seinastu árini. Avreitt varð fyri um 1,2 milliardir kr. í miðal árini 2000-07. Seinastu fimm árini hevur miðal avreiðingarvirðið verið 750 millliónir. Í fjør var virðið um 800 milliónir, sum er 7% ella 65 milliónir lakari enn í 2016, sambært Hagstovuni.