Avreiðingarvirðið av botnfiski er minka við 121 mill. um samanborðið verður við sama tíðarskeið í 2007. Tøl, sum vísa avreiðingar um avreiðingarskipanina januar til og við august, vísa framvegis, sum undanfarnar uppgerðir í ár, eina minking í avreiðingarnøgd og avreiðingarvirði, í mun til sama tíðarskeið 2007.
Samantalt er nøgdin minkað við góðum 6.300 tonsum ella 8% og avreiðingarvirðið er tilsamans minkað við 176,5 milliónum, sum er tað sama sum 22%. Av teimum týdningarmestu fiskasløgunum, sum draga niður, er tað hýsan og havtaskan, sum hava ta størstu minkingina í mun til 2007 ? ávikavist 47 og 51% í nøgd og samantalt um 100 milliónir í minni avreiðingarvirði.