Avreiðingarnar eru øktar 400 prosent

- Vit hava havt ein vøkstur í framleiðsluni árini 2012 til 2017 úr 800 tonsum upp í 3.500 tons, sigur virkisleiðari hjá Royal Greenland.

 

Avreiðingarnar, sum virkini hjá Royal Greenland í Kangaatsiaq og í bygdnum Attu, Ikerasaarsuk og Niaqornaarsuk, tóku ímóti árini 2012 til 2017 eru øktar nærum 400 prosent.

 

- Vit hava sæð ein vøkstur í framleiðsluni hesi árini úr 800 tonsum upp í 3.500 tons í Kangaatsiaq og nevndu bygdum, sigur virkisleiðarin hjá Royal Greenland, Sten Sørensen, á heimasíðu felagsins.

 

Í mai 2015 varð flakalinja til skering av toskaflaki sett upp á virkinum hjá Royal Greenlands í Kangaatsiaq, og síðan eru bæði framleiðsla og tal av arbeiðsfólki økt.

 

- Tað er samstundis í Kangaatsiaq, at størsti vøksturin hevur verið, sigur Royal Greenland, sum í tíðindabrævinum harmast um, at tað gongur ikki alt ov væl við avskiping av fiskavørum í økinum.

 

Virkisleiðarin, Sten Sørensen, sigur, at hóast avskipingar eru leypandi, tømast vørugoymslurnar sjáldan heilt, og tað merkir, at neyðugt er viðhvørt at steðga móttøku og framleiðslu og senda fólkið heim í stytri tíðarskeið.

 

Flakavirkið hjá Royal Greenland í Kangaatsiaq hevði upp í 65 fólk í arbeiði í hásesongini í 2017, og roknað verður við, at í hásesongini í ár fer talið av arbeiðsfólki at tátta í 80, tá mest er at gera.