Avreiðingar: Nøgdirnar framvegis í minna lagi

Avreiðingarnar fyrsta ársfjórðing kunnu ikki samanberast við góð fiskiár

Avreiðingarnar tilsamans fyrsta ársfjórðing í ár vóru í nøgd nakað tað sama sum í fjør. Nøgdirnar hendan fyrsta ársfjórðingin eru yvirhøvur smáar eins og seinastu nógvu árini, um samanborið verður við góð fiskiár.

Tað vísir uppgerð hjá Hagstovu Føroya. 

Samanlagt vóru 17.036 tons landað í Føroyum, og tað vóru 306 tons færri enn somu tíð í fjør. Tað mesta var botnfiskur, sum stóð fyri 15.350 tonsum av avgreiðingunum. 

Nøgdin av toski og hýsu er áleið tann sama í mun til í fjør. Av upsa er nøgdin um 1.000 tons fleiri – ein øking á 16%. Av øðrum botnfiski er nøgdin minkað 18% í mun til í fjør, og orsøkin er, at nakað minni er avreitt av kongafiski, longu og brosmu.

Samlaða nøgdin av flatfiski er higartil í ár minkað meira enn ein triðing. Seinastu tvey árini hava nøgdirnar av svartkalva verið væl hægri enn undanfarin ár. Fyrsta ársfjórðing í ár er nøgdin av svartkalva fallin við nærum eini helvt í mun til í fjør.

Um hugt verður eftir avreiðingarvirðinum, so eru tekin um, at fiskaprísirnir roynast yvirhøvur nakað tað sama, samborið við í fjør. Tað sær út til, at hýsan fær nakað verri prís enn í fjør, meðan eitt vet meira fæst fyri upsan og toskin. Samlaða avreiðingarvirðið fyrsta ársfjórðingin var 5% minni enn í fjør, sum er góðar 11 milliónir kr.
Havast skal í huga, at veiðan á Flemish Cap og undan Íslandi er við í avreiðingunum.