Avreiðingarnar tilsamans av botnfiski eru í nøgd áleið tær somu tríggjar teir fyrstu árfjórðingarnar í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Higartil hava føroysku skipini avreitt væl meiri av toski og hýsu enn í fjør. Ávikavist 30 og 25 prosent. Upsin vigar tó mest í heildini, og av tí at nakað mini er avreitt av upsa, um 9 prosent, eru samlaðu nøgdirnar á leið teir somu sum í fjør. Av øðrum botnfiski er eisini minni avreitt, okkurt um 8 %.
Væl minni er avreitt av svartkalva og 18 % minni av flatfiski.
Av øðrum fiskasløgum enn tey, ið eru nevnd undir botnfiski og flatfiski, er nøgdin áleið tann sama sum í fjør. Av hesum telur gulllaksur nógv mest.
Avreiðingarvirðið er tilsamans eitt vet betri enn í fjør, og við undantøkum er avreiðingarvirðið fyri einstøku fiskasløgini yvirhøvur nakað frægari enn í fjør. Virðið á botnfiskinum er vaksið 12%, meðan nøgdin er vaksin 3%.
Botnfiskanøgdin tilsamans enn er lág, tó síggjast glottar, og nøgdin av toski og hýsu higartil í ár er tann frægasta í fleiri ár.