Tað verður dýrt fyri ein mann, at hann føldi trongd til at avreagera upp á ein parkeraðan bil í miðbýnum í Havn í nátt. Tá ið maðurin kom framvið bilinum, lammaði hann til og sparkaði buglu ta einu hurðina. Men hann varð tikin og fær nú bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar, umframt at hann skal betala umvælingina aftur.
Annars hevur verið stak friðarligt í Havn í nátt. Tað hevur verið sera hált nógva staðni, men trupulleikar hava ikki staðist av, hóast nógv fólk hevur verið í býnum