Í amerikanska statinum Nevada verður ein ætlað avrætting, sum annars hevði verið hin fyrsta í næstan 16 ár, nú útsett.
Tað skrivar Independent.
Zane Michael Floyd er dømdur fyri at hava dripið fýra fólk í 1999. Hann skuldi annars avrættast við eitursproytu í juni í 2021, men tá varð avrættingin útsett til 2022.
Nú er avrættingin í bíðistøðu.
Ríkisadvokatar søgdu í gjár, at tað er ómøguligt at lúka tey løgfrøðisligu krøv, sum eru neyðug í samband við avrættingina.
Sambært advokati í Nevada, Randall Gilmer, hevur ákærumyndugleikin enn ikki fingið eina formella deyðsváttan, sum er neyðug fyri avrættingina av Zane Michael Floyd.
- Eitt av evnunum, sum skal brúkast í eitursproytuni, gongur nevniliga út hin 28. februar, skriva útlendskir miðlar.