Avrættingin av libanesiska programmleiðaranum, 48 ára gamla Ali Hussain Sabat, er eftir øllum at døma útsett. Tað sigur sakførari hansara við BBC Ali Hussain Sabat er dømdur til deyða við hálshøgging í Saudi Arabia, og fyrradagin segði sakførari hansara, May el-Khansa, at avrættingin skuldi fara fram í dag, langa fríggjadag.
Nú sigur sakførarin, at hon hevur fingið trygd frá libanesiskum ráðharra um, at deyðadómurin ikki verður framdur í dag.
- Løgmálaráðharrin ringdi til mín og segði, at einki hendir í dag, men eg veit ikki, hvat hendir eftir dagin í dag, segði hon.
Útsetingin er tó ikki alment váttað í Saudi Arabia, har avrættingar ofta fara fram eftir stuttari ávaring.
Ali Hussain Sibat er úr Libanon. Hann var umtóktur programmleiðari í sjónvarpsrøðini, Sheherazade. Fólk kundu fólk ringja inn, og hann spáddi um framtíð teirra.
Tá hann var pílagrímsferð í Saudi Arabia, varð hann kendur aftur av løgregluni har, tikin og dømdur fyri gand ? ella ?troldom?.
Dómurin var avrætting - við hálshøgging.
Undir avhoyringunum varð hann biðin um at skriva niður tað, hann hevði arbeitt við, og honum varð lovað, at gjørdi hann tað, skuldi hann sleppa heimaftur um nakrar dagar. Tað var hetta skjalið, hann sjálvur hevði skrivað, ið varð brúkt sum prógv ímóti honum í rættinum og gjørdist soleiðis atvoldin til, at hann varð dømdur til deyða.