Avrættingar útsettar

Eftir ógvusligt trýst hevur forsetin í vesturafrikanska Gambia, Yahya Jammeh, gjørt av at bíða við at avrætta 38 deyðadømdar fangar.

Í síðsta mánað kunngjørdi Jammeh (myndin), at allir teir 47 deyðadømdu fangarnir, sum eru í landsins fongslum, skulu takast av døgum í seinasta lagi tann 30. september. Níggju vórðu avrættaðir í august, og tað elvdi til nógvar atfinningar og fordøming úr fleiri londum.

Um vikuskiftið hevur forsetin so gjørt av at útseta hinar avrættingarnar, men stjórnin í Gambia sigur, at avrættingarnar eru bara útsettar fyribils.

Tann politiska andstøðan í Gambia er ímóti deyðarevsing og hevur biðið stjórnina og forsetan broyta deyðadómarnar til lívlanga fongsulsrevsing.

Hóast deyðarevsing er galdandi í Gambia, vóru avrættingarnar í august tær fyrstu síðani 1985.